Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 150
v1 Halleluja! Lovið Guði í halgidómi hans, lovið honum í hans veldiga himnahválvi! v2 Lovið honum fyri veldisverk hans, lovið honum eftir veldiga stórleika hans! v3 Lovið honum við ljóði av lúðrum, lovið honum við hørpu og saltri! v4 Lovið honum við bumbum og dansi, lovið honum við streingjaleiki og floytu! v5 Lovið honum við ljómandi skálabumbum, lovið honum við hvøllum skálabumbum! v6 Alt, ið andadrátt hevur, Harranum lovi! Halleluja!