Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 16
v1 Ein miktam av Dávidi.
Varða meg, Guð, tí hjá tær søki eg skjól! v2 Við Harran eg sigi: «Tú ert Harri mín; mín lukka er eina hjá tær! v3 Teimum heiligu, sum í landinum eru, Harrin dýrdarverk ger, til teirra er alt hans yndi.» v4 Fjølmangar eru teirra sorgir, ið ein annan sær kjósa. Eg vil ei hella út teirra blóð-drykkjuoffur, ei taka upp á tunguna nøvn teirra. v5 Harrin er mín tilmáldi lutur, mítt steyp. Luti mínum tú heldur uppi. v6 Mær lutur fell á yndisligum støðum, og føgur er mær ogn mín. v7 Eg Harranum lovi, ið ráð mær gav; sjálvt um nætur meg minna míni nýru. v8 Altíð Harran eg havi fyri eygum mær, við honum til høgru handar mær eg fastur standi. v9 Tí gleðist mítt hjarta og fegnast mín lund, ja, sjálvt mítt likam dvølist í trygdum. v10 Tí ikki letur tú sál mína í helheim, ikki letur tú hin heiliga tín fáa grøvina at sjá. v11 Kunnan gert tú mær lívsins veg; fyri ásjón tíni er fylling av gleði, sæla við tína høgru hond allar ævir.