Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 17
v1 Ein bøn av Dávidi. Harri, gev rættferð míni gætur, gev rópi mínum ljóð, hoyr mína bøn av falsleysum vørrum! v2 Frá tíni ásjón lat koma mín rætt, eygu tíni rættlæti skoða. v3 Mítt hjarta tú royndi, tað kannaði á nátt, rannsakaði meg, ei svik í mær tú fanst, ikki leyp yvir seg muður mín. v4 Í menniskjunnar gerðum eg havi meg varðað frá valdsmanna gøtum eftir orðinum av tínum munni. v5 Fet míni stigu í tíni spor, stig míni snávaðu ikki. v6 Eg rópi til tín, tí tú svarar mær, Guð, vend oyra títt til mín og hoyr míni orð. v7 Veit mær undurfullu miskunn tína, tú, ið teimum bjargar, ið móti fíggindavoldum søkja skjól hjá høgru hendi tíni. v8 Goym tú meg hjá tær sum eygnastein. Fjal tú meg í skugga veingja tína v9 fyri teim gudleysu, ið meg leggja í oyði, mínum deyðafíggindum, ið kringseta meg. v10 Hjørtu síni teir latið hava aftur, hugmóðs orð teirra muður mælir. v11 Nú eru teir uttan um meg, hvar eg so gangi, teirra eygnamið er at stoyta til jarðar. v12 Teir líkjast ljóndjóri, ið stundar eftir ráni, ungari leyvu, ið á loynistaði lúrir. v13 Statt upp, Harri, stíg móti teimum fram! Lat teir níga til jarðar, sál míni bjarga v14 við tínum svørði frá vándum, við tíni hond frá monnum, Harri, frá veraldar monnum, sum hava teirra lut her í lívi! Fyll teirra búk av tíni samangoymdu vreiði, lat teirra synir verða mettar við og goyma tað, teir leiva, til børn síni! v15 Men eg skal í rættlæti skoða títt andlit, mettast av tíni ásjón, tá ið eg vakni.