Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 18
v1 Til songmeistarans, av tænara Harrans, av Dávidi, sum sang fyri Harranum orðini í hesum songi á tí degi, tá ið Harrin bjargaði honum úr øllum hansara fígginda hondum og úr Sáuls hondum. v2 Hann sang: Eg elski teg, Harri, styrki mín. v3 Harri, klettur mín, borg mín, høli mítt, Guð mín, vernd mín, har eg fái lívd; skjøldur mín, virki mítt, horn mítt, har eg fái frelsu. v4 Lovaður veri Harrin, so ljóðar mítt róp, og frá fíggindum mínum eg bjargist. v5 Deyðans boðabrot hava verið íkring meg, undirgangsins íður hava rætt meg. v6 Heljarbond vóru um meg spent, deyðans reip komu á meg. v7 Í míni trongd eg kalli á Harran, og til Guð mín eg rópi. Frá háborg síni hann hoyrir mína reyst, róp mítt nær fram at hans oyra. v8 Tá titraði jørðin og skalv, kykar gingu fjallanna grundir, skakaðust, tí bræði hans brann. v9 Roykur stóð honum úr nasum út, oyðandi eldur úr munni hans, frá honum geisaðu logar. v10 Himin seig niður, og hann steig oman, bølmyrkur var undir hans fótum. v11 Hann reið á kerúbum og fleyg sveimandi á vindanna veingjum. v12 Í myrkur hann sveipaði seg inn, runt um í skýtjaldi huldur av dimmum vøtnum og tjúkkum skýggjum. v13 Frá ljómanum fyri framman hans ásjón runnu skýggj hans undan, heglingur og logandi brandar. v14 Í himni tornaði Harrin, hin hægsti læt rødd sína ljóða. v15 Sínar ørvar sendi hann út, spjaddi teir sundur, snarljósini glampa hann læt og ræddi teir. v16 Tá kom til sjóndar havsins botnur, og berar gjørdust jarðarríkis grundir fyri hóttum tínum, Harri, fyri tínum vreiðinnar nosi. v17 Hann rættir sína hond frá tí høga, meg grípur og dregur meg upp úr miklum vøtnum. v18 Hann bjargar mær frá mínum veldigu fíggindum, mínum øvundarmonnum, ið eru mær ov sterkir. v19 Teir søkja at mær á mínum óhaps degi, men Harrin er stuðul mín. v20 Hann førir meg á víðar ræsur, mær hjálpir, tí til mín hann tokka hevur. v21 Harrin ger mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína lønir hann mær. v22 Tí eg havi hildið mær á Harrans leiðum og ikki gjørt meg sekan fyri Guði mínum. v23 Øll boð hans eru mær fyri eygum, boðorð hans eg ei havi frá mær víst, v24 ósekur eg havi fyri honum verið, og havi meg varað fyri míni synd. v25 Tí lønir mær Harrin eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína fyri eygum hans. v26 Móti góðum tú góður gerst og móti rættiligum rættiligur. v27 Móti stórbærum tú stórbærur gerst og móti svikafullum snúðigur. v28 Tí eyðmjúkum fólki tú bjargar, men tey stórligu eygu fært tú at líta niður. v29 Ja, tú letur lýsa kertu mína, Harrin, mín Guð, mær birtir ljós í myrkri. v30 Tí við tíni hjálp bróti eg víggarðar niður, við Guðs míns hjálp geri eg álop á virki. v31 Guðs ferð er uttan lýti, orð Harrans er reint og skært. Ein skjøldur er hann teimum øllum, ið til hansara hava lít. v32 Ja, hvør er Guð uttan Harrin, hvør er ein klettur uttan vár Guð, v33 tann Guð, ið við styrki meg gyrðir og ger beinan mín veg, v34 ið gevur mær føtur eins og hindin og gevur mær fótafesti uppi á hæddum, v35 ið hond mína venur til víggja, so mínir armar koparbogan spenna. v36 Tú mær rættir tín frelsunnar skjøldur, tín høgra hond meg styðjar, tín mildi ger meg sterkan. v37 Tú gevur mær rúmd fyri mínum sporum, og ikki eg skinkli í øklum. v38 Eg elti mínar fíggindar og taki teir aftur, vendi ikki við, fyrr enn teir eru slignir. v39 Eg slái teir niður, so teir ikki reisast aftur, mær til fóta teir falla. v40 Til bardaga tú gyrðir meg við styrki, mínar mótstøðumenn nívir tú mær undir føtur. v41 Tú letur meg síggja mínar fíggindar á bakið, mínar øvundarmenn eg týni av lívi. v42 Teir rópa, men eingin hjálpir, til Harrans, men hann svarar teim ikki. v43 Eg smildri teir sum fon fyri vindi, sum skarnið á gøtum eg traðki á teir. v44 Tú fríar meg frá fólkanna stríðum, gert meg til høvding at tjóðum. Fólkasløg, eg ei kenni, mær tæna. v45 Einans ágiti mítt ger tey mær lýðin; útlendskir fyri mær krúpa. v46 Útlendskir koma burtur í einki, koma piprandi út úr skýlum sínum. v47 Heilur og sælur Harrin! Signaður klettur mín! Hálovaður frelsunnar Guð mín! v48 Tann Guð, ið mær unnar sigur, kúgar fólkasløg mær undir føtur, v49 bjargar mær frá fíggindum mínum, tryggjar meg móti teimum, ið mær vilja ann, og veitir mær móti valdsmonnum hjálp. v50 Harfyri eg prísi tær, Harri, og lovsyngi navn títt fólkanna millum, v51 sum gevur tínum kongi frelsu mikla og vísir miskunn móti hinum salvaða tínum, móti Dávidi og hansara ætt allar ævir.