Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 19
v1 Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. v2 Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn. v3 Dagur frá degi orðum mælir, nátt eftir nátt talar fróðskap. v4 Uttan orð og uttan talu, uttan at mál hans hoyrist, v5 fer boðan hans um alla jørðina út, hans frásøgn til heimsins enda. v6 Hann sólini reisti eitt tjald á himni, hon eins og brúðgómur er, ið frá brúðskemmu gongur, seg frøir sum kappin at renna sítt skeið. v7 Við himinsins mark er útgangur hennar, til himinsins enda røkkur bogi hennar, fyri glóðhita hennar einki er dult. v8 Harrans lóg er uttan lýti, sálina lívgar. Harrans vitnisburður álítandi er, ger einfaldan vísan. v9 Harrans ráð eru rætt, gleða hjartað. Harrans boð eru rein, gera eygað bjart. v10 Harrans agi er skírur, stendur við allar ævir. Harrans dómar eru sannir, rættvísir allir samlir. v11 Teir eru dýrari enn gull og fjølmangir gripir; søtari enn hunangur og søtan, ið úr vakskøkum drýpur. v12 Tænari tín fer eisini varliga við teim, at varða um teir gevur stóra løn. v13 Hvør kennir síni villunnar brek? Frá duldum meinum reinsa tú meg! v14 Eisini tænara tínum móti skammleysum lív tú, ei lat teir á mær fáa valdið, tá syndaleysur eg verði og uttan sekt í teim misbrotum stóru. v15 Orðini av mínum munni veri tær til vildar; mín hjartans hugsan komi tær fyri ásjón! Harri, klettur mín, loysnari mín!