Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 20
v1 Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. v2 Harrin bønhoyri teg á váðastund, og varðveiti teg Jákups Guðs navn! v3 Hann sendi tær frelsu frá halgidómi sínum og komi tær til hjálpar frá Zion! v4 Hann minnist á allar offurgávur tínar, og brennioffur títt hann taki fyri fult! Sela. v5 Hann veiti tær tað, ið hjarta títt ynskir, og lati eydnast øll tíni ráð! v6 So vit mega fegnast um sigur tín og merkinum lyfta í Guðs várs navni! Øll tíni ynski lati Harrin tær gegna! v7 Nú veit eg, at Harrin vil frelsa sín salvaða kong og svara honum frá sínum heilaga himli við kraftargerðum av síni frelsandi høgru hond. v8 Hinir líta á vagnar, hinir á hestar, men vit líta á Harrans Guðs várs navn. v9 Teir komast á knæ og falla, men vit reisast og koma aftur á føtur. v10 Harri, veit konginum hjálp! Bønhoyr okkum á tí degi, vit kalla!