Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 21
v1 Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. v2 Kongurin gleðist av mátti tínum, Harri, og frøist stórum av frelsu tíni. v3 Hans hjartans trá tú honum hevur givið og ikki sýtt honum bøn av hansara vørrum. Sela. v4 Tú kemur honum ímóti við signing av lukku, við gyltari krúnu tú høvur hans prýðir. v5 Hann lív av tær bað, tú tað honum gavst, eitt langt dagatal, aldur og ævir allar. v6 Mikil er hans heiður av frelsu tíni, dýrd og æru tú honum unti. v7 Allar ævir tú honum signing veitti og hugar hann við gleði fyri ásjón tíni. v8 Tí kongurin setir sítt álit til Harrans, í náði hins hægsta hann ikki vikast. v9 Hond tín skal raka allar fíggindar tínar, tín høgra hond tínar øvundarmenn. v10 Tú skalt gera teir eins og ein geisandi ovn, tá títt andlit tú letur til sjóndar. Í síni vreiði man Harrin teir oyða, og eldur man eta teir upp. v11 Teirra frukt manst tú týna av foldum, avkomar teirra úr menniskjunnar børnum. v12 Tí móti tær høvdu teir ilt í huga, høvdu svik í ráðgerð, men vóru einki mentir. v13 Tú letur teir undan flýggja, tínar bogastreingir tú á teirra andlit stillir. v14 Reis teg, Harri, í mátti tínum, lat okkum leika og syngja um avreksverk títt!