Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 22
v1 Til songmeistarans; eftir morgunroðans hind; ein sálmur av Dávidi. v2 Guð mín, Guð mín, hví ert tú farin frá mær? Hví stendur tú so langt burtur frá ákalli mínum, frá neyðarrópi mínum! v3 Guð mín, eg rópi á degi og fái einki svar, á nátt, og fái ongan lætta. v4 Og tó ert tú hin heilagi, borin av lovsongum Ísraels. v5 Til tín høvdu fedrar várir lít, teir litu á teg, og tú bjargaði teim. v6 Teir heittu á teg og fingu hjálp, teir litu á teg og vórðu ikki sviknir. v7 Men eg eri ein ormur og ikki maður, eitt spott fyri monnum, ein vanvirða fyri fólki. v8 Øll, ið síggja meg, háða meg, skelkja og rista við høvdi: v9 «Hann á Harran leit sínar leiðir, hann hjálpi honum, hann bjargi honum, við tað at hann hevur hans yndi!» v10 Ja, tú ert hann, ið úr móðurlívi meg dró, ið lætst við móðurbarm meg hvíla trygt. v11 Tær varð eg frá barnsbeini fingin, frá móðurfangi ert tú mín Guð. v12 Ver ikki frá mær so langt av leið, tí neyðin er nær, og eingin hjálparmaður! v13 Sterkir tarvar eru íkring meg, um meg flykkjast Básjans oksar; v14 teir tamba á kjafti ímóti mær eins og ránfúsar, ýlandi leyvur. v15 Sum vatn eg eri útoystur, allir mínir liðir skiljast sundur. Mítt hjarta er vorðið eins og vaks, bráðnað í mínum brósti. v16 Mín gómi er turrur sum eitt leirbrot, tunga mín í kjálkarnar grør føst. Tú leggur meg niður í deyðans dusm. v17 Tí hundar um meg tyrpast, flokkur av níðingum er rundan um meg. Teir hava stungið meg gjøgnum hendur og føtur. v18 Eg kann telja øll míni bein, teir hyggja at, fegnir teir líta hará. v19 Teir skifta míni klæði sín ámillum, um kyrtil mín kasta teir lut. v20 Men tú, Harri, statt ikki langt burtur! Styrki mín, skunda tær mær til hjálpar! v21 Sál míni bjarga frá svørði, mínum einasta úr hundavaldi! v22 Frels meg undan ljóndjóra kjafti, mínum arminga undan villoksa hornum. v23 Eg vil boða títt navn fyri brøðrum mínum; á mannafundi vil eg tær lova. v24 Lovið honum, tit, ið óttast Harran! Æra hann øll Jákups ætt, hav fyri honum ótta øll Ísraels ætt! v25 Tí ikki hevur hann vanvirt og ikki varnast fyri armingans neyð, og ikki fjalt andlit sítt fyri honum; men hoyrt, tá ið hann rópaði á hann. v26 Frá tær mín lovsangur kemur á miklum mannafundi; míni heitorð eg haldi fyri eygum teirra, ið hann óttast. v27 Eymir skulu eta og verða mettir. Teir, ið søkja Harran, skulu honum lova, teirra hjørtu eiga lív allar ævir. v28 Allir heimsins endar skulu minnast hará, allar heidninga ættir falla á knæ fyri ásjón tíni. v29 Tí ríkið er Harrans, hann er fólkanna drottin. v30 Bert fyri honum skulu níga allir mætir á fold, falla á knæ fyri hans ásjón øll, ið fóru undir mold, og tann, ið ikki kann halda síni sál í lívi. v31 Eftirmenn skulu honum tæna, tey skulu tala um Harran til komandi ættir. v32 Tey skulu koma og boða um rættlæti hans fyri tí fólki, ið føðist; tí hann hevur útint sítt verk.