Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 23
v1 Ein sálmur av Dávidi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. v2 Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. v3 Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. v4 Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.
v5 Mær borð tú reiðir fyri eygunum á fíggindum mínum. Við smyrsli tú salvar mítt høvur, bikar mítt yvir flýtur. v6 Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.