Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 24
v1 Av Dávidi; ein sálmur. Foldin er Harrans og fylli hennar, heimurin og tey, ið heimin byggja. v2 Tí hann hevur lagt hennar grundvøll í havið, yvir streymum hann hevur hana fest. v3 Hvør torir ganga niðan á fjall Harrans, hvør torir standa á hans heilaga staði? v4 Sá, ið sakleysar hevur hendur og hjarta reint, ikki hevur vent sínum huga at lygnum og ikki svør svikara eið. v5 Hann skal av Harranum fáa signing og rættlæti frá sínum frelsunnar Guði. v6 Slík er tann ætt, ið leitar til Harrans og søkir ásjón Jákups Guðs. Sela. v7 Hevjið tykkara høvur, borglið! Reisist tit avgomlu portur, at dýrdarinnar kongur kann koma! v8 Hvør er hesin dýrdar kongur? Harrin, veldigur og sterkur, Harrin, sterkur í stríðum. v9 Hevjið tykkara høvur, borglið! Reisist tit avgomlu portur, at dýrdarinnar kongur kann koma! v10 Hvør er hann, hesin dýrdar kongur? Harri herskaranna. Hann er tað, ið er dýrdar kongur. Sela.