Orðafrágreiðingar
|
Sálmarnir 25
v1
Av Dávidi. Til tín, Harri, lyfti eg mína sál, Guð mín, eg líti á teg.
v2
Lat meg ei verða til skammar, lat ei fíggindar mínar fegnast av mær.
v3
Ei verða teir sviknir, ið bíða tín, men teir trúleysu venda tómhentir aftur.
v4
Kenn mær, Harri, tínar vegir, kunnar ger mær leiðir tínar.
v5
Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg, tí tú ert frelsunnar Guð mín, og eftir tær allan dagin eg bíði.
v6
Minst á, Harri, miskunn tína og tína náði, tí frá fyrndartíðum tær eru.
v7
Minst ikki ungdómssyndir mínar og míni misbrot, minst til mín eftir náði tíni, fyri góðsku tína, Harri.
v8
Góður og rættvísur er Harrin, tí hann syndarum vísir rættan vegin.
v9
Hann eyðmjúkar letur ganga við rætti, hann eyðmjúkar veg sín lærir.
v10
Allar Harrans leiðir eru kærleiki og trúskapur fyri teimum, ið halda sáttir hans og boð hans.
v11
Fyri navns tíns sakir, Harri, fyrigev mær mína synd, tí hon er stór.
v12
Um maður óttast Harran, so vísir hann honum tann veg, hann skal velja.
v13
Sál hans í sælu skal búgva, og hans eftirmenn skulu fáa landið í ogn.
v14
Harrin hevur samlag við teir, ið hann óttast, fyri at kunngera teimum sáttarmál síni.
v15
Eygu míni javnan líta til Harrans, tí hann loysir fót mín úr snerru.
v16
Vend ásjón tíni til mín og náða meg, tí einsamallur eg eri og eymur.
v17
Neyðir hjarta mínum níva; hjálp mær út úr mínum trongdum!
v18
Hygg at eymd míni og møði; fyrigev mær allar syndir mínar!
v19
Hygg hvussu mangir mínir fíggindar eru, teir hata meg við óðum hatri.
v20
Varðveit mína sál og bjarga mær; lat meg ei verða til skammar, tí mítt álit er til tín.
v21
Lat sakloysi og rættlæti meg varða, tí tín eg bíði.
v22
Loys, Guð, Ísrael út úr øllum tess trongdum!
|