Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 26
v1 Av Dávidi. Veit mær rætt, Harri, tí í sakloysi mínum eg fari fram, á Harran eg líti uttan at vikast. v2 Royn meg, Harri, og rannsaka meg, kanna míni nýru og hjarta mítt. v3 Tí náði tín er mær fyri eygum, í trúfesti tíni eg gangi. v4 Eg ei millum lygnara sessist, eg svikara millum ei ferðist; v5 vándra manna fund eg hati, blant gudleysar eg ei havi sæti. v6 Eg hendur mínar í reinleika tvái, at eg má reika um altar títt, Harri, v7 til tess at lata lovsongin ljóða og boða um allar undurgerðir tínar. v8 Harri, skýlið í tínum húsi eg elski, tann stað, har sum hátign tín býr! v9 Rykk ikki sál mína við syndarum burt, lív mítt við blóðsekum monnum, v10 hvørjum í hondum er níðingsverk, høgra hondin av mutri er full. v11 Men eg í sakloysi mínum man ganga, bjarga mær og meg náða! v12 Mín fótur stendur á slættum, í samkomum eg vil tær lova, Harri.