Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 27
v1 Av Dávidi. Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast? v2 Tá ið níðingar at mær nærkast fyri at eta mítt kjøt, so eru tað fíggindar mínir og øvundarmenn, ið sjálvir snáva og falla. v3 Tá ið herlið at mær søkja, ikki hjarta mítt óttast; tá ið ófriður móti mær rísur, eg havi tó gott troyst. v4 Eittans eg havi biðið Harran um, eina hetta stundi eg á: at eg má búgva í Harrans húsi allar mínar lívsins dagar, fyri ástríki Harrans at skoða og grunda í templi hans. v5 Tí hann meg goymir í sínum høli á mínum vanlukku degi, meg fjalir í skjóli í sínum tjaldi, tá ið neyðin gerst mær ov stór. v6 Tí er hátt mítt høvur borið yvir fíggindum mínum, ið eru íkring meg. Eg vil ofra í tjaldi hans fagnaðaroffur, eg vil syngja fyri Harranum og leika. v7 Hoyr, Harri, mítt kallandi ljóð, náða meg og gev mær andsvar! v8 Mítt hjarta talar til tín: «Søkið ásjón mína!» Harri, eg søki tína ásjón. v9 Fjal ei fyri mær ásjón tína, rek ei í vreiði tín tænara frá tær, tú hevur verið mín hjálp! v10 Koyr meg ei burtur og far ikki frá mær, frelsunnar Guð mín! Faðir mín og móðir fóru mær frá, men Harrin tók meg at sær. v11 Kunnan ger mær, Harri, veg tín, leið meg eftir slættum gøtum fyri mína fígginda sakir! v12 Gev meg ikki upp, Harri, í grimd fígginda mína, tí lygivitni móti mær reisast og níðingar grimmir. v13 Ja, um eg ei fast leit á at fáa Harrans náði at sjá í lívsins landi –! v14 Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða!