Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 28
v1 Av Dávidi. Til tín eg rópi, Harri, klettur mín, vend tær ei tigandi frá mær, at eg ei við tíni tøgn verði teimum líkur, ið sukku niður í grøv. v2 Hoyr mína bønligu reyst, tá ið eg rópi til tín, tá ið eg hendur mínar hevji móti halgidómi tínum! v3 Rykk meg ei við gudleysum burtur, saman við illgerðarmonnum, ið blídliga mæla við næsta sín, men hava ilt í huga! v4 Lat teir fáa eftir verkum teirra, eftir illskapinum í teirra gerðum; gev teimum eftir teirra handa dáð, løn teimum gerningar teirra! v5 Tí teir geva ei gætur eftir Harrans dáð, ei heldur hans handa verkum. Hann bróti teir niður, og byggi teir ikki upp –! v6 Lovaður veri Harrin, at hann hevur hoyrt mína bønligu reyst! v7 Harrin er mín styrki og mín skjøldur, hjarta mítt leit á hann, og eg fekk hjálp; tí frøist mítt hjarta, og við mínum songi eg honum lovi. v8 Harrin sínum fólki er vernd, sínum salvaða frelsunnar borg. Varða tú fólk títt og signa tína ogn, røkta tey og ber tey allar ævir!