Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 29
v1 Ein sálmur av Dávidi. Gevið Harranum, tit synir Guðs, gevið Harranum heiður og lov! v2 Gevið Harranum navns hans heiður, í heilagum skrúði fallið honum til kníggja! v3 Hoyrið rødd Harrans yvir vøtnum, dýrdarinnar Guð, Harrin tornar yvir veldigum vøtnum! v4 Hoyrið rødd Harrans í veldi! Hoyrið rødd Harrans í dýrd! v5 Hoyrið rødd Harrans, tá hann sedristrø smildrar, Harrin smildrar Libanons sedristrø. v6 Hann fær Libanon at spæla sum ein kálv, Sirjon eins og villoksa ungan! v7 Hoyrið rødd Harrans, tá hann klývur eldin í logar! v8 Hoyrið rødd Harrans, tá hann fær oyðimørkina at skelva, Harrin fær oyðimørkina Kádesj at skelva! v9 Hoyrið rødd Harrans, tá hann hindirnar lambskotnar ger, og hann ger bart í skógum –! Og í halgidómi hans sigur alt: «Æra!» v10 Harrin sat í hásæti yvir flóðini miklu, Harrin situr sum kongur allar ævir! v11 Harrin vil veita sínum fólki vernd, Harrin vil signa sítt fólk við friði.