Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 3
v1 Ein sálmur av Dávidi, tá ið hann flýddi undan syni sínum Absaloni. v2 Harri, hvør mangir eru fíggindar mínir, mangir at mær søkja! v3 Fjølmangir siga um mína sál: «Fyri honum er ei bjarging hjá Guði.» Sela. v4 Men tú, Harri, ert mær skjól og skjøldur, mín heiður og hann, ið høvur mítt lyftir hátt! v5 Tá ið eg kalli á Harran, svarar hann mær frá heiliga fjalli sínum. Sela. v6 Til hvílu eg legði meg, sovnaði og vaknaði, tí Harrin er lívd mín. v7 Ei eg óttist ta yðjandi mannanøgd, ið heldur á meg úr øllum ættum. v8 Rís, Harri, hjálp mær, Guð mín, tí øllum fíggindum mínum tú høgg á kinn hevur givið, og tenn í teim gudleysu brotið! v9 Hjá Harranum er frelsa, yvir tínum fólki signing tín veri! Sela.