Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 30
v1 Ein sálmur; ein songur til vígslu av templinum; av Dávidi. v2 Eg lovi tær, Harri, tí tú bjargaði mær og lætst ikki gleðast fíggindar mínar av mær. v3 Harri, Guð mín, eg rópaði til tín, og tú grøddi meg. v4 Harri, tú sál mína dróst úr helheimi upp, tú meg vakti til lívs frá teim, í grøv fóru niður! v5 Syngið Harranum lov, tit heilagu hans, prísið hans heilaga minni! v6 Eitt eygnabragd varir hans vreiði, eina lívsævi náði hans. Á kvøldi kemur grátur at gista, men á morgni fagnaðarróp. v7 Eg hugsaði við sjálvum mær í míni trygd: «Um ævir eg ei skal vikast.» v8 Harri, í miskunn tíni hevði tú klett mín fastan gjørt; tú fjaldi andlit títt, og eg varð ræddur. v9 Til tín eg rópaði, Harri, til Harrans eg bønliga bønir bað: v10 «Hvat er gagn í mínum blóði, at eg fari niður í grøv? Kann væl dism tær prísa, boða um trúfesti tína? v11 Hoyr meg, Harri, og miskunna mær, Harri, mær hjálpari ver! v12 Tá mína sorg tú til gleðidans vendi, lætst meg úr mínum sorgarbúna og klæddi meg í gleði, v13 at sál mín skal syngja tær lov og onga tíð tagna; Harri, mín Guð, allar ævir eg vil tær lova!