Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 31
v1 Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. v2 Hjá tær er skjól mítt, Harri, lat meg onga tíð verða til skammar! Bjarga mær í rættvísi tíni, v3 oyra tínum til mín vend! Hjálp mær í skundi! Ver mær ein verndarklettur, ein varðhalds borg, mær til frelsu! v4 Tí tú ert klettur mín og mín fasta borg. Fyri navns tíns sakir vilt tú meg føra og leiða. v5 Tú vilt meg loysa út úr tí garni, teir í loyndum hava fyri meg sett; tí tú ert mín vernd. v6 Tær í hond gevi eg anda mín. Tú vilt mær bjarga, Harri, tú trúfasti Guð. v7 Eg hati teir, ið fara eftir hvørvisjónum lygnarinnar; men eg seti mítt álit á Harran. v8 Lat meg fegnast og gleðast yvir góðsku tína, at tú hevur sæð mína neyð, um sálarvanda mín tær givið far, v9 ikki givið meg fíggindum í hendur; men sett mínar føtur á víða grund! – v10 Ver mær miskunnsamur, Harri, tí eg eri staddur í neyð; mítt eyga tærist av móði, sál mín og likam mítt. v11 Tí lív mítt í trega fer, undir stynjan míni lívsins ár; máttur mín viknar í míni eymd, bein míni burtur maktast v12 vegna fígginda mína alla. Eg eri vorðin eitt spott, ein ræðsla fyri mínum gronnum, fyri mínum frændum ein skuggsjón. Tey, ið síggja meg á gøtuni, undan mær rýma. v13 Eg eri farin teim úr huga sum ein deyður, eg eri vorðin sum eitt burturkastað kerald. v14 Tí eg hoyri tesk av mongum, ræðslu frá øllum síðum, tá ið teir leggja ráðini saman ímóti mær, hava í kvitta at taka mítt lív. v15 Men eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Guð mín! v16 Í tíni hond eru forløg míni! Bjarga mær úr hondum fígginda mína, frá teimum, ið mær vilja ann! v17 Lat tína ásjón lýsa yvir tænara tínum! Frels tú meg í miskunn tíni! v18 Harri, lat meg ei verða til skammar, tí at eg kalli á teg! Lat teir gudleysu verða til skammar, fara tigandi til heljar! v19 Lat lygivarrar tagna, tær, ið frekar tala móti rættvísum monnum í hugmóði og háð. v20 Hvør stór er góðska tín, sum tú hevur goymt til teirra, ið teg óttast, sum tú sýnir teimum, ið trúgva á teg, fyri eygum manna. v21 Tú skýlir teim í tínum andlits skjóli móti baktali av monnum; tú goymir teir í loyndum frá trætna av tungum! v22 Lovaður veri Harrin, tí hann mær hevur sýnt undurfulla náði í tryggjaðum staði. v23 Og eg hugsaði í angist míni: «Eg eri rikin frá tínum eygum burtur;» men tú hoyrdi mína bønligu reyst, tá ið eg rópaði til tín! v24 Elskið Harran, allir hans heilagu! Harrin varðar teir, ið trúfastir eru. v25 Men teimum, sum í ovurmóði fara, lønir hann margfalt aftur. Havið treysti, takið mót í hjarta, allir, ið Harranum bíða!