Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 33
v1 Syngið Harranum lov, rættvísu menn, lovsongur rættvísum sámir. v2 Harranum prísið við hørpuslátti, fyri honum spælið á tíggjustrengdari hørpu! v3 Syngið honum nýtt ljóð, leikið fagurt við streingjum undir ljómi av lúðrum!
v4 Tí beint er orð Harrans, og verk hans øll í trúfesti. v5 Hann elskar rættferð og rætt, av Harrans miskunn jørðin er full. v6 Við orði Harrans varð himinin skapaður, allur himinsins herur við munsanda hans. v7 Hann havsins sjógv savnaði sum í eitt ker, sankaði ægin í goymslubúr. v8 Fyri Harranum má allur heimurin biva, fyri honum óttast øll, ið búgva á fold. v9 Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð. v10 Harrin breyt heidninganna ilskuráð, gjørdi fólkanna hugsan til einkis. v11 Men ráð Harrans standa føst allar ævir, hans hjartans hugsan ætt eftir ætt. v12 Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð, sælt tað fólk, hann sær valdi til ognar. v13 Av himni Harrin hyggur niður, skoðar mannabørnini øll. v14 Frá bústaði sínum gevur hann gætur eftir øllum, ið heimin byggja. v15 Hann, ið øllum hevur skapað hjørtu teirra, hann gevur far um hvørja teirra gerð.
v16 Ei er kongur frelstur við herliðum stórum, ei er kappin hjálptur av miklum mátti. v17 Svikalig hjálp er hesturin til frelsu, við allari síni styrki hann ikki kann bjarga. v18 Men Harrans eygu líta til teirra, ið hann óttast, til teirra, ið miskunn hans bíða, v19 fyri sál teirra at bjarga frá deyða og teimum í lívi halda í hungursneyð. v20 Várar sálir stunda á Harran, hann er vár hjálp og vár skjøldur. v21 Tí í honum gleðist várt hjarta, vær lítum á hans heiliga navn.
v22 Veri miskunn tín, Harri, yvir okkum, tí vær troystum á teg!