Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 34
v1 Av Dávidi; tá ið hann lætst óður hjá Ábimeleki, so hann koyrdi hann frá sær, og hann fór avstað.
v2 Eg vil Harranum prísa á hvørji stund, altíð er hans lov mær á munni. v3 Sál mín í Harranum frøist, armir skulu tað hoyra og gleðast. v4 Harranum dýrt hálovið við mær! Latum okkum í felag vælsigna hans navn!
v5 Eg søkti Harran, og hann svaraði mær, hjálpti mær út úr øllum ræðslum mínum. v6 Lítið til hansara, so lýsa av gleði tit skulu, og andlit tykkara av skomm ei skal rodna. v7 Her er eymur, ið rópti, og Harrin hoyrdi, úr øllum trongdum hann bjargaði honum. v8 Harrans eingil kring teir stendur, ið hann óttast, og hann teimum bjargar.
v9 Bragdið og kennið, at góður er Harrin! Sælur er maður, ið á hann lítur. v10 Óttist Harran, tit heilagu hans, tí ongan sakn hava tey, ið hann óttast! v11 Leyvur líða hungur og neyð, men teimum, ið søkja Harran, trýtur einki gott. v12 Komið higar, børn og lýðið á meg, eg vil tykkum kenna ótta Harrans! v13 Stendur nakars hugur til lívið, ynskir hann dagar, til tess lukku at njóta, v14 so varðveit tína tungu frá illum, og varrar tínar frá fals at tala! v15 Vík frá tí illa og ger tað góða, søk frið og stunda eftir friði!
v16 Harrans ásjón er vend móti teimum, ið ilt gera, til tess at oyða út teirra minni av jørð. v17 Eygu Harrans á teimum rættvísu hvíla, oyru hans á róp teirra lýða. v18 Tá ið tey kalla, Harrin tey hoyrir, hjálpir teimum úr øllum teirra neyðum. v19 Nær er Harrin teimum staddur, ið hava sundurbrotið hjarta, frelsa vil hann tey, ið hava sundursprongdan anda. v20 Mangar neyðir eru einum rættvísum fyri, men Harrin honum bjargar út úr teimum øllum. v21 Allar hansara liðir hann varðar, ikki ein teirra skal verða brotin. v22 Vanlukka ein gudleysan drepur; hann, ið rættvísan hatar, verður sekur. v23 Harrin loysir út teirra sál, ið honum tæna; av øllum, ið líta á hann, verður eingin sekur.