Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 36
v1 Til songmeistarans, av Harrans tænara Dávidi. v2 Syndarinnar tala til hins gudleysa mælir í hjartans dýpi hans; ei er ótti fyri Guði í hans tonkum. v3 Hann uggar seg við teirri vón at vera fjaldur og uttan revsing. v4 Orð muns hans eru svik og fals; hann hevur hildið uppat at fara við hógv, at gera gott. v5 Um órætt hann hugsar, meðan hann hvílir á legu, hann gongur ta gøtu, ið ikki er góð, tí illa hann ikki havnar. v6 Harri, sum himinin er miskunn tín há, trúfesti tín røkkur til skýggja! v7 Sum Guðs fjøll er rættvísi tín, dómar tínir sum havdýpið mikla! Menniskjur og djór tú frelsir, Harri! v8 Hvør dýrmæt er, Guð, tín miskunn! Undir skugga veingja tína søkja mannabørnini skjól! v9 Av fitini í húsi tínum tey verða mett, tú teim gevur at drekka úr tínum yndisløkum; v10 tí hjá tær er lívsins kelda, í tínum ljósi vær skoðum ljós! v11 Lat miskunn tína vara við fyri teimum, teg kenna; rættvísi tína fyri teimum, ið eru falsleys í hjarta. v12 Lat ei hugmóðs fót meg traðka niður, ei hond teirra gudleysu meg reka burt! v13 Sí, illgerðarmenninir falnir eru, eru slignir til jarðar og reisast ei aftur meir!