Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 37
Av Dávidi.
v1 Vándum monnum ver tú ei grammur, illgerðarmonnum ber tú ei øvund; v2 tí brádliga teir skulu følna sum grasið, svidna sum grønar urtir. v3 Lít tú á Harran og ger tað góða, búgv tú í landinum og stunda á trúskap, v4 so skalt tú í Harranum hava gleði tína, og hann man tær geva tíni hjartans ynski. v5 Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna, v6 lata rætt tín koma upp sum ljósið, tína rættferð sum middagskláran. v7 Ver tú fyri Harranum stillur og honum bíða, ei øvunda hann, ið hevur eydnuna við sær, tann mann, ið við svikum fer fram. v8 Halt teg frá vreiði, lat yvri fara, ilskast ikki, tí harav stendst ilt; v9 tí illgerðarmenn skulu oyðast út, meðan teir, ið Harran vænta, skulu fáa landið at arva. v10 Um eitt lítið bil eru gudleysir ikki meira, kannar tú um teirra stað, eru teir burtur; v11 men spaklyntir fáa landið í ogn, fegnast av ríkari lukku. v12 Níðingar ilt í huga móti rættvísum hava og móti teimum bíta á kampi; v13 men Harrin at teimum lær, tí hann sær, at teirra dagur kemur. v14 Gudleysir svørðið draga og bogan spenna fyri armar og eymar at fella, og drepa teir, sum í rættvísi ganga; v15 men svørðið rakar teir sjálvar í hjartað, og bogar teirra sundur bresta. v16 Betri er lítið hjá rættvísum manni enn ríkidømi hjá mongum vándum; v17 tí vándra manna armar brotnir verða, men Harrin teir rættvísu styðjar. v18 Harrin kennir dagatal teirra, ið rættsintir eru, og ognir teirra vara við alla ævi, v19 ei teir verða til skammar á eini illari stund, í hungurs døgum teir mettir verða. v20 Tí gudleysir ganga til grundar, fíggindar Harrans sum blómuprýði í eingjum teir hvørva, sum roykur teir hvørva. v21 Gudleysur lænir og kann ei aftur rinda, rættvísur gávumildur gevur; v22 tí teir, ið hann signar, fáa landið í arv, men teir, ið hann bannar, leggjast í oyði. v23 Harrin festir mansins stig, og tokka til veg hans hann hevur; v24 um hann snávar, hann ikki fellur, tí Harrin heldur fast í hans hond. v25 Eg ungur havi verið, eri gamal vorðin, men onga tíð eg sá ein rættvísan uppgivnan, ella børn hansara bidda breyð. v26 Allan dagin hann miskunn sýnir og øðrum lænir, og til signing er ætt hansara. v27 Vík frá tí illa og ger tað góða, og allar ævir tú búgvandi verður; v28 tí Harrin rættvísi elskar, og ei hann svíkur teir heilagu sínar. Ringir ganga til grundar med alla, og vándra manna ætt ruddast út. v29 Rættvísir fáa landið at arva og eiga har búgv alla tíð. v30 Muður hins rættvísa vísdóm mælir, tað, ið rætt er, hans tunga talar; v31 hansara Guðs lóg er honum í hjarta, og aldri sæst høgg á føti. v32 Gudleysur eftir rættvísum lúrir og ætlar at taka hann av lívi; v33 men Harrin ei gevur hann upp í hans hond og letur hann ei verða sekan dømdan. v34 Harranum bíða og varða um veg hans, og hann man teg hevja til tess landið at arva, og síggja tú skalt teir gudleysu undir ganga. v35 Eg ein gudleysan sá, ein yvirgangskropp, spelkin sum eitt Libanons sedristræ; v36 men tá eg kom har framvið, var hann ikki meira, tá eg leitaði eftir honum, var hann ikki at finna. v37 Varða um sakloysi, stunda á rættferð, tí friðarmaður framtíð eigur; v38 men illgerðarmenn verða oyddir allir, vándir menn hava onga framtíð. v39 Frá Harranum fáa teir rættvísu frelsu, hann er teirra vernd á neyðarstund; v40 Harrin teimum hjálpir og teimum bjargar, hann teimum frá gudleysum bjargar og teir frelsir, tí til hansara høvdu teir lít.