Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 38
v1 Ein sálmur av Dávidi; til minnisofrið. v2 Harri, revsa meg ei í vreiði tíni, aga meg ei í ilsku tíni; v3 tí ørvar tínar hava meg rakt, tungt liggur hond tín á mær! v4 Í mínum holdi er einki heilt fyri vreiði tínar sakir; í mínum beinum er einki frískt fyri synda mína sakir; v5 tí misgerðir mínar ganga mær yvir høvdið, tyngja meg sum ein byrði, eg ei orki at bera; v6 míni sár tey rotna og dampa vegna dárskapar míns. v7 Bogin eg eri, heilt samankropnaður, hvønn dag eg í sorgarklæðum gangi; v8 tí mínar lendar eru av skruvum fullar, í mínum holdi er einki heilt. v9 Eg avmaktaður eri, heilt sundursorlaður, eg skríggi av míni hjartans stynjan. v10 Harri, tú kennir alla mína trá, mín stynjan er ikki fjald fyri tær. v11 Mítt hjarta slær hart, mín kraft er farin, sjálvt ljósið í mínum eygum eg havi mist. v12 Vinir mínir og frændur halda seg frá míni sótt; mínir næstingar langt burtur standa. v13 Teir, ið vilja deyða mín, leggja fyri meg snerrur; teir, ið ætla mín undirgang, um ólukku tala; allan dagin teir um ilskuráð hugsa. v14 Og eg eri sum ein deyvur, ið einki hoyrir, sum ein málleysur, ið ikki letur munnin upp. v15 Eg eri vorðin eins og maður, ið ikki hoyrir, og hvørs muður ikki gevur svar. v16 Tí til tín, Harri, stendur mín vón, tú vilt mær andsvar veita, Harri mín, Guð mín; v17 tí eg sigi: «Lat teir ikki gleðast um meg, ei sær halda at gaman, tá mín fótur snávar!» v18 Tí eg nærkomin eri til fals, aldri mín sársaki mær gongur úr huga! v19 Tí mína synd eg sanni, og yvir míni misbrot eg syrgi. v20 Teir mannsterkir eru, ið uttan orsøk eru fíggindar mínir, teir mangir eru, ið fyri onga søk meg hata, v21 ið gjalda mær ilt fyri gott, standa mær ímót, aftur fyri at eg stundi á gott. v22 Far ikki frá mær, Harri, mín Guð, halt teg ikki langt burtur frá mær! v23 Skunda tær mær til hjálpar, Harri, frelsa mín!