Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 39
v1 Til songmeistarans; til jedutun; ein sálmur av Dávidi. v2 Eg segði: «Eg vil varða mín veg fyri ikki at synda við tungu míni. Eg vil leggja teym á munn mín, meðan gudleysur er mær í nánd.» v3 Eg tagdi og mælti ei orð, men eg av tungum móði var rørdur. v4 Mítt hjarta í brósti mær brann, undir míni grundan kveiktist eldur – tá mælti mín tunga. v5 Kenn mær, Harri, mína endastund, hvat mál av døgum mær er lagað, lat meg vita, at brátt eg skal hiðan fara. v6 Sí, sum eina løgd tú hevur mált mínar dagar, mín ævi er fyri tær sum eitt einki, bert ein andablástur hvør menniskja er. Sela. v7 Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi, hann savnar, men veit ei, hvørjum tað ognast. v8 Hvat líti eg tá á, Harri! Eina til tín stendur øll mín vón! v9 Frá øllum mínum syndum mær bjarga, ger meg ei til spott fyri dárum! v10 Eg tigi, lati ikki munnin upp; tí tú hevur tað gjørt. v11 Tak tína plágu frá mær, fyri slagi av hond tíni eg gangi undir. v12 Tá tú við revsing agar mann fyri syndir hans, so mylur tú, eins og mølur, burt fagurleika hans! Bert ein andablástur hvør menniskja er. Sela. v13 Harri, hoyr mína bøn, lýð á neyðarróp mítt! Til grát mín ei tigandi ver! Tí ein fremmandur eg eri hjá tær, ein gestur sum allir mínir fedrar. v14 Hygg av mær, at mín ásjón má klárna, áðrenn eg hiðan fari og ei longur eri til!