Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 4
v1 Til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur av Dávidi. v2 Svara mær, tá eg kalli, rættvísis Guð mín! Í trongd vanst tú mær rúmd, so náða meg og hoyr mína bøn! v3 Tit menn, hvussu leingi skal heiður mín vera til háð, tit elska fáfongd, fara eftir lygnum? Sela. v4 Tit munnu spyrja, at Harrin undurfult fer við tænara sínum; Harrin hoyrir, tá ið eg á hann kalli. v5 Harmist, men syndið ikki! Talið í hjørtum tykkara á tykkara legum og verið tigandi! Sela. v6 Ofrið rættvísis offur og setið tykkara álit til Harrans! v7 Mangir eru teir, ið siga: Hvør vil lata okkum skoða lukku? Lyft yvir okkum, Harri, andlits ljós títt! v8 Mær í hjarta tú gleði hevur givið, størri enn teirra, tá tey í yvirflóð hava korn og vín. v9 Í friði eg vil bæði leggjast og sovna, tí tú, Harri, meg letur búgva í trygdum, í einingi.