Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 40
v1 Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. v2 Eftir Harranum eg havi trúliga bíðað, og hann seg boygdi til mín og hoyrdi mítt róp. v3 Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet. v4 Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum; mangir tað sóu, fullir av ótta, og fingu álit til Harrans. v5 Sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans, og ei sær vendir til teirra, ið hava ólæti fyri, og til teirra, ið fara eftir lygnum. v6 Harri, mín Guð, mong hevur tú tíni undurverk gjørt, og mong tíni ráð móti okkum, eingin er javnlíki tín; vil eg frá greina og um tey tala, tá eru tey ov mong at telja. v7 Á skurðofrum og mjølofrum tú ongan hevur hug – tú hevur givið mær opin oyru – brennioffur og syndoffur ikki tú krevur. v8 Tá eg segði: «Sí, eg komi, í bókabólki fyri mær stendur skrivað; v9 at gera vilja tín, mín Guð, til tess er hugur mín, tín lóg er mær inst í hjarta.» v10 Gleðiboðskapin um rættvísi tína eg í stórari samkomu bar boð um. Sí, mínar varrar eg ikki læt aftur, tú, o Harri, tað veitst. v11 Rættvísi tína ei eg loyndi í hjarta mínum inni, trúfesti tína og frelsu eg havi kunngjørt. Í teirri samkomu stóru ikki eg duldi sannleika tín og náði tína. v12 So fjali tú, Harri, ei heldur fyri mær miskunn tína, náði tín og sannleiki tín allar tíðir meg varði! v13 Tí ólukkur, ið ikki tal er á, seg rundan um meg ringja, misgerðir mínar hava mær náað, so eg fái ikki hugt, tær fleir eru enn hárini á mínum høvdi, hjarta mítt mær bilar. v14 Harri, lat tað væl tær líka mær at bjarga! Harri, skunda tær mær til hjálpar! v15 Lat skomm og skemd henda teimum øllum somlum, ið mær eftir lívinum standa, til tess tað at týna! Lat teir undan víkja og fyri háðum verða, sum í ólukku míni hava fragd. v16 Lat ræðslu koma á teir fyri skemdarverk teirra, teir, ið siga við meg: «Há! Há!» v17 Lat teir fegnast og gleðast í tær, allar, ið søkja til tín! Lat teir, ið elska frelsu tína, allar tíðir siga: «Hálovaður Harrin veri!» v18 Eg eri armur og eymur, men Harrin umsorgan fyri mær hevur. Tú ert mín hjálp og mín frelsa, Guð mín, ikki tú dvølji!