Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 41
v1 Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. v2 Sælur er maður, ið hugsan fyri neyðstøddum hevur, á neyðardegi Harrin honum hjálpir. v3 Harrin varðveitir hann og bjargar hans lívi, at hann má liva við lukku í landinum; hann gevur hann ikki hans fíggindum upp í hendur. v4 Á sóttarsong Harrin hann styðjar, hans legu hann lættir undir sjúkum hans. v5 Eg segði: «Harri, meg náða! Grøð mína sál, tí móti tær eg havi syndað!» v6 Mínir fíggindar ynskja ilt yvir meg: «Man ikki skjótt hann doyggja og navn hans fara!» v7 Um einhvør meg kemur at finna, er hann falskur í orðum, hans hjarta sankar saman illar tankar, hann út aftur fer og sigur frá teimum. v8 Allir mínir øvundarmenn um meg saman teska, ilt teir ímóti mær hava í ráði: v9 «Ein helsótt hevur hann søkt, hann, ið har liggur, skal ikki reisa seg aftur.» v10 Sjálvt vinmaður mín, sum eg álit hevði á, sum hevur etið av mínum breyði, hann lyftir upp hælin móti mær. v11 Men tú, Harri, náða meg og reis meg aftur, at eg kann løna teimum tað aftur! v12 Av hesum veit eg, at tú góðsku til mín hevur, at fíggindi mín ikki seg frøir um meg. v13 Fyri sakloysi mítt tú heldur mær uppi, letur meg standa fyri ásjón tíni allar ævir. v14 Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Amen, amen!