Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 42
v1 Til songmeistarans; ein maskil; av Kora sonum.
v2 Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð! v3 Sál mín tystir eftir Guði, eftir tí livandi Guði. Nær skal eg koma og skoða Guðs ásjón? v4 Mín grátur er vorðin føði mín um dagar og nætur, tí at teir allan dagin við meg siga: «Hvar er Guð tín?» v5 Tá ið eg hugsi um tað, má eg oysa út mína sál av sorg, hvussu eg gekk í mannatrongd á ferðum til Guðs hús við gleði og fagnaðarsongi, við miklum hátíðarrómi. v6 Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði.
v7 Mín sál er stúrin, mín Guð, tí kemur mær teg í huga burturi frá Jórdans landi og Hermon, frá Mizars fjalli. v8 Vatnflóð rópar til vatnflóð við duni av fossum tínum. Allir tínir sjógvar og aldur bróta inn yvir meg. v9 Á degi sendir Harrin miskunn sína, á nátt er hans songur hjá mær, ein bøn til lívs míns Guðs. v10 Við Guð, mín klett, eg má siga: «Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?» v11 Sum eitur í beinum mínum er háðin av fíggindum mínum, tá teir allan dagin við meg siga: «Hvar er Guð tín?» v12 Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði.