Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 43
v1 Guð, veit mær rætt, og stríð tú fyri sak míni móti miskunnarleysum fólki! Svikræðis og órættar monnum tú bjarga mær frá! v2 Tí tú ert verndar mínar Guð, hví hevur tú koyrt meg burtur? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður? v3 Send ljós títt og sannleika tín, lat tey vísa mær leið, lat tey meg leiða at tínum heilaga fjalli og til bústað tín, v4 so eg má sleppa fram at Guðs altari, til Guð, ið er fagnaður mín og gleði mín, og tær lovprísa við hørpuljóði, o Guð, mín Guð.
v5 Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði!