Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 44
v1 Til songmeistarans; av Kora sonum; ein maskil. v2 Guð, við várum oyrum vit hava tað hoyrt, várir fedrar hava okkum frá tí sagt, frá tí verki, tú gjørdi á døgum teirra, v3 í fornum tíðum. Við tíni hond tú sleitst heiðin fólk burtur, og teir plantaði tú, tú oyddi út tjóðir, og teir lætst tú nørast. v4 Tí ikki við sínum svørði teir landið vunnu, teirra armar ikki góvu teimum sigur; men høgra hond tín tað var og armur tín, og andlits tíns ljós, tí til teirra tú yndi hevði. v5 Eina tú ert kongur mín, o Guð, ið sendir út frelsu fyri Jákup. v6 Við tíni hjálp vit várar fíggindar fella, við tínum navni vit várar mótstøðumenn traðka. v7 Tí á boga mín eg ikki líti, svørð mítt ikki gevur mær sigur. v8 Men tað er tú, ið hjálpir okkum móti fíggindum várum, ið ger hatarar várar til skammar. v9 Vit prísa tær, Guð, tann heila dag, tínum navni vit lova allar ævir! Sela. v10 Og tó tú hevur rikið okkum burtur við skommum, ikki tú fylgir út við herum várum. v11 Undan fíggindanum tú letur okkum víkja, várir hatarar herfong sær savna. v12 Tú letur okkum verða tiknar sum seyð í skurð, millum heiðin fólk tú hevur spjatt okkum sundur. v13 Tú hevur selt títt fólk fyri gávuvirði, ikki tú hevur sett tað høgt í mæti. v14 Tú gert okkum til háð fyri gronnum várum, til spott og spæ fyri teimum, sum íkring okkum búgva. v15 Tú gert okkum til eitt orðtak heidninganna millum, tey rista høvdið at okkum fólkanna millum. v16 Allan dagin er mín skomm mær fyri eygum, eg blúgvist og má fjala mítt andlit v17 fyri røddini av spottarum og hádingsmonnum, fyri sjóndini av fíggindum og øvundarmonnum. v18 Alt hetta er okkum hent, tó at vit ikki hava teg gloymt og ikki hava tín sáttmála svikið. v19 Várt hjartað hevur ei vikið tær frá, vár spor hava ei slept tínum vegi. v20 Og tó hevur tú okkum sundrað, har sjákálar búgva, og á okkum deyðans skuggar breitt. v21 Um vit Guðs navn høvdu gloymt og rætt hendurnar fram móti fremmandum gudi, v22 mundi Guð tá ei fingið tílíkt uppspurt, hann loyndómar hjartans jú kennir. v23 Nei, fyri tínar sakir vit á hvørjum degi verða dripnir, verða mettir javnt við seyð til skurðar. v24 Vakna! Hví svevur tú, Harri? Vak upp! Koyr okkum ei burtur med alla! v25 Hví fjalir tú andlit títt og gloymir neyð vára og trongd? v26 Vár sál er boygd til moldar, vár kroppur er nívdur til jarðar! v27 Statt upp og kom okkum til hjálpar! Loys okkum fyri miskunn tína!