Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 45
v1 Til songmeistarans; til liljurnar; av Kora sonum; ein maskil; ein songur um kærleika. v2 Hjarta mítt flýtur av yndisorðum; fyri konginum eg kvæði mítt flyti fram, tunga mín er sum fjøður hjá snarhentum skrivara.
v3 Fagrastur ert tú av mannabørnum, yndi streymar um varrar tínar! Tí hevur Guð um ævir teg signað. v4 Gyrð teg, kappi, við tínum svørði um lendar, við hátign tíni og dýrd! v5 Og far út í stórlæti tínum, stíg á hervagn tín fyri sannleiks og rættferðar sakir! Og øgilig stórverk skal høgra hond tín teg læra. v6 Ørvar tínar hvestar eru, fólkasløg tær til fóta falla, kongsins fíggindum hjartað bilar. v7 Um allar ævir skal stólur tín standa, rættvísisstavur er tín kongastavur! v8 Rætt tú elskar, og órætt tú hatar; tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðismyrsli fram um felagar tínar! v9 Av myrru og aloe og kassia anga øll klæði tíni. Frá fílabeinshøllum gleða teg streingjaleikir. v10 Kongadøtur eru millum kostir tínar. Kongabrúðurin stendur við tína høgru hond, skrýdd í gulli frá Ofir.
v11 Lýð á, dóttir, og gev mær ljóð! Gloym fólk títt og faðirs tíns hús, v12 at kongurin má tín vakurleika unna; tí hann er harri tín, honum veri tú holl! v13 Og Týrusar dóttir man koma við gávum, og fólksins ríkmenn vilja søkja títt yndi. v14 Skreyt er kongadóttirin øll, sum hon er, í perlum og gulli hennar klæði glæsa. v15 Í skartabúna hon verður kongi leidd, moyggjar henni fylgja; vinkonur hennar koma til tín, v16 verða leiddar við gleði og gleim, inn í kongsins borg tær trína.
v17 Í stað fedra tína komi synir tínir! Til høvdingar um landið alt tú teir seti. v18 Eg vil navn títt minnast ætt eftir ætt, harfyri fólkini munnu tær lova allar ævir!