Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 46
v1 Til songmeistarans; av Kora sonum, til alamot; ein sálmur. v2 Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. v3 Tí óttast vit ei, um so jørðin verður umskift, um so fjøllini ryðja í havdýpið oman, v4 um so havaldan sjóðar og brýtur, og bergið í ódnini skelvur. Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela. v5 Ein á og hennar løkir gleða Guðs stað, hin heilaga stað, har hin hægsti hevur búgv. v6 Guð er í miðjum staði, so hann ikki skal vikast, tá ið lýsir av morgni, veitir Guð honum hjálp. v7 Fólkini leikaðu í, ríkini góvu seg, rødd hansara ljóðaði, jørðin gekk kyk. v8 Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela. v9 Komið og síggið stórverk Harrans, tær undurgerðir, hann innir á jørð! v10 Hann fær kríggið at halda í, so langt jørðin gongur, bogan hann brýtur, hann ørvarnar støkkir av, skildirnar kolar hann upp! v11 «Latið av og sannið, at eg eri Guð, hátt hevjaður fólkanna millum, hátt hevjaður á jørð!» v12 Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela.