Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 47
v1 Til songmeistarans; av Kora sonum; ein sálmur.
v2 Klappið øll fólkasløg lov í lógva! Latið fagnaðarróp ljóða fyri Guði! v3 Tí høgur er Harrin, øgiligur, ein veldigur kongur yvir allari jørð. v4 Hann fólkasløg leggur undir okkum, tjóðir hann kúgar okkum undir fót. v5 Hann okkum velur arvalut váran, dýrdargrip Jákups, sum hann elskar. Sela. v6 Upp fór Guð undir gleðirópum, Harrin undir ljóði av lúðrum. v7 Syngið fyri Guði, syngið! Syngið fyri kongi várum, syngið! v8 Tí kongur yvir øllum heimi er Guð, syngið hátíðarsong! v9 Kongur yvir øllum fólkum er Guð, á sín heilaga kongastól Guð seg hevur sett. v10 Fólkanna høvdingar ganga saman í felag við tí fólki, sum stendur undir Ábrahams Guði. Tí allir skildir á jørð hoyra Guði til, hann hátt hevjaður er!