Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 49
v1 Til songmeistarans; av Kora sonum; ein sálmur. v2 Hoyrið hetta, allar tjóðir! Lýðið á, allir, ið heimin byggja, v3 bæði lágir og háir, bæði ríkir og armir! v4 Muður mín vísdóm mælir, míns hjartans hugsan er vitska. v5 Til orðtøk eg vendi mítt oyra, við hørpuljóði eg mína gátu ráði.
v6 Hví skal eg óttast í vándum døgum, tá illskapur fígginda mína umringar meg, v7 teir, ið líta á ríkidømi sítt og rósa sær av sínum stóru ognum? v8 Maður kann ikki keypa bróður leysan og ikki geva loysigjald fyri hann hjá Guði v9 – ov dýr er útloysingin av sálum teirra, og hann letur tað vera med alla – v10 til tess at hann skuldi liva allar ævir og ikki fáa grøvina at síggja. v11 Nei, hann fær hana at síggja. Vísmenn doyggja, dárar og fákunnigir farast allir samlir og lata sínar ognir eftir seg til aðrar. v12 Teirra gravir verða heimbýli teirra, bústaðir teirra ætt eftir ætt, teir, ið kallaðu jarðir við nøvnum sínum. v13 Menniskjan í hennar mæti stendur ei við, hon verður djóra líki, ið fara til grundar. v14 Slík er lagna teirra, ið líta á sjálvar seg, og teirra, ið teimum fylgja og teirra orðum játta. Sela. v15 Eins og seyðir verða teir riknir í helheim oman, deyðin er hirði teirra. Rættvísir skulu fyri teimum ráða, tá ið morgunin kemur. Skap teirra fúnar burtur, helheimur er bústaður teirra. v16 Men Guð skal loysa mína sál út av heljarhondum, tí hann meg til sín skal taka. Sela. v17 Óttast tí ei, tá maður gerst ríkur, tá mikil verður dýrdin í húsi hans! v18 Tí einki av øllum kann hann taka við sær í deyðan, dýrd hans ikki honum fylgir har oman. v19 Um hann á lívi síni lukku lovar: «Tey teg lukkuligan prísa, tí tú góðar hevur dagar,» v20 hann má tó fara til sína fedra ætt, sum aldri fær ljósið at skoða. v21 Menniskjan í hennar mæti stendur ei við, hon verður djóra líki, ið fara til grundar.