Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 50
Ein sálmur av Ásafi. v1 Drottin, Guð Harrin talað hevur, kallað á jørð frá sólarrisi til sólarlag. v2 Frá Zion, fagurleiks krúnu, ljómaði Guð. v3 – Guð vár komi og ikki hann tigi! – Undan honum geisaði eldur, um hann leikaði stormur. v4 Hann kallaði á himin í erva og á jørð fyri at døma sítt fólk: v5 «Savnið mær dýrkarar mínar, sum sáttmála gjørdu við meg við ofrum!» v6 Tá kunngjørdi himinin rættvísi hans, at tað er Guð, ið dómari er. Sela. v7 Gev ljóð, fólk mítt, at eg kann tala, Ísrael, at eg kann áminna teg, Guð, tín Guð eri eg. v8 Ei fyri offur tíni vil eg teg lasta, brennioffur tíni eru mær javnan fyri eygum. v9 Mær tørvar ei oksar av garði tínum, ella havrar úr fjósum tínum. v10 Tí míni eru øll villdjór í skógum, alt fæ á teim túsund bjørgum. v11 Eg tekki hvønn fugl millum fjalla, alt, ið krykir á fold, er mær fyri eygum. v12 Um eg kendi svongd, ikki eg segði tær frá, tí mín er heimur og fylli hans. v13 Man eg eta kjøt av tarvum, ella drekki eg blóð av havrum? v14 Ofra tú Guði takklæti og lov, og tíni heitstreingi gjald hinum hægsta! v15 Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær! v16 Men til hin gudleysa talaði Guð: Hví roknar tú upp míni boð og hevur sáttmála mín á munni, v17 meðan tú hatar aga av mær og orð míni kastar aftur um bak? v18 Vinmaður ert tú við tjóvar, við horkallar hevur tú hóslag. v19 Munn tín tú loysir til illskap, svik setir tunga tín saman. v20 Tú situr og baktalar bróður tín, son móður tínar tú klikkir. v21 Alt hetta tú gert, og eg skal tiga, so tú heldur, at eg eri sum tú! Eg vil teg revsa og gera ferð tína bera! v22 Gevið hesum gætur, tit, ið gloyma Guð, at eg ei skal ríva sundur, og eingin er, ið bjargar! v23 Tann, ið takklæti ofrar, veitir mær æru, og tann, ið heiti síni heldur, lati eg skoða Guðs frelsu.