Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 51
v1 Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi; v2 ta ferðina tá Nátan profetur kom til hansara, eftir tað at hann hevði verið inni hjá Batsebu. v3 Náða meg, Guð, fyri miskunn tína, fyri tína stóru várkunn strika út misgerðir mínar! v4 Tváa meg allan reinan frá míni søk, frá míni synd meg reinsa! v5 Tí misgerðir mínar eg veit, synd mín er mær altíð fyri eygum! v6 Eina móti tær eg havi syndað og gjørt tað, ið tær tykir ilt, at tú mást rættvísur vera, tá ið tú talar, reinur, tá ið tú heldur dóm! v7 Sí, í misgerð eri eg føddur, í synd hevur móðir mín meg gitið. v8 Sí, til sannleiks í hjartadýpi er hugur tín, í hjartans duld tú meg vísdóm lærir! v9 Reinsa meg við ýsopi, so at eg verði reinur, tváa meg, so at eg verði hvítari enn fann! v10 Unna mær at hoyra gleði og gleim, lat gleðast tey bein, tú hevur brotið! v11 Fjal títt andlit fyri syndum mínum, strika út mínar misgerðir allar! v12 Skapa, Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti! v13 Koyr meg ei burtur frá ásjón tíni, tak ei tín heilaga anda mær frá! v14 Veit mær aftur gleði um frelsu tína, halt mær uppi við einum reystum anda! v15 So vil eg gudleysum læra vegir tínar, og syndarar skulu venda við til tín. v16 Bjarga mær, Guð, frá blóðsøk, mínar frelsunnar Guð! Lat tungu mína gleðast um rættvísi tína! v17 Lat upp, Harri, varrar mínar, og muður mín skal boða títt prís! v18 Tí skurðoffur ikki tær líka, um eg brennioffur gav, tú einki legði í tað. v19 Offur til Guðs er ein sundurbrotin andi; Guð, tú vrakar ei eitt brotið og sundurfarið hjarta! v20 Sýn í tíni náði góðsku móti Zion, laða upp Jorsala múrar! v21 Tá skalt tú gleðast av rættum ofrum, bæði brenniofri og fullum ofri, tá skulu tarvar verða leiddir upp á altar títt!