Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 52
v1 Til songmeistarans; ein maskil; av Dávidi; v2 tá ið Edómitin Dóeg kom og segði Sáuli frá, at Dávid var farin inn í húsini hjá Áhimeleki. v3 Hví reypar tú av tí illa, kappi? Guðs miskunn varar allan dagin. v4 Tunga tín elvir til meina, sum brýndur rakiknívur so hvøss, tú, ið leggur upp svikráð! v5 Tú elskar tað illa fram fyri tað góða, lygn fram fyri sannleiks talu! Sela. v6 Tú elskar hvørt spillandi orð, tú svikafulla tunga! v7 Tí vil Guð bróta teg niður med alla, taka teg og draga teg út úr tínum tjaldi, slíta teg upp við rót úr landi teirra livandi! Sela. v8 Rættvísir munnu tað síggja og óttast, teir munnu læa at honum og siga: v9 «Sí, hetta er tann maðurin, sum ikki hevði Guð til sína vernd; men sum leit á hitt stóra ríkidømi sítt, og helt seg vera sterkan við sín óndskap!» v10 Men eg eri eins og eitt oljutræ, ið stendur grønt í Guðs húsi! Guðs miskunn eg líti á um ævir og aldur. v11 Eg vil tær lova um allan aldur, tí at tú hevur tað gjørt! Eg vil boða fyri dýrkarum tínum, at navn títt er gott!