Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 53
v1 Til songmeistarans; til makalat; ein maskil av Dávidi. v2 Í hjarta dárar siga: «Ei nakar Guð er til.» Ring og ljót er teirra ferð, eingin er, ið ger gott. v3 Av himni sínum lítur Guð á mannabørnini niður at vita, um nakar er vitur, nakar, ið søkir Guð. v4 Teir eru allir spiltir, allir sum ein eru viltir, hann er eingin, ið ger gott, ikki ein einasti teirra. v5 Fata teir tá einki, teir illgerðarmenn, ið eta upp fólk mítt, sum tey eta breyð, og ikki kalla á Guð? v6 Tá ræðsla á teir gekk, har einki var at ræðast; tí Guð spjaddi beinini um av teimum, ið søktu at tær; tú teimum gjørdi til skammar, tí at Guð hevði rikið teir burtur. v7 Gævi frá Zion kom frelsa fyri Ísrael! Tá ið Guð vendir fólks síns lagnu, tá fegnast Jákup, frøir seg Ísrael.