Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 54
v1 Til songmeistarans, við streingjaleiki; v2 ein maskil av Dávidi, tá ið Zifitar komu og søgdu við Sául: «Dávid hevur krógvað seg hjá okkum.» v3 Frels meg, Guð, við navni tínum, veit mær rætt við mátti tínum! v4 Hoyr, o Guð, tú mína bøn, lýð á orð av munni mínum! v5 Tí fremmandir móti mær rísa, valdsmenn mær standa eftir lívi, Guð teir ei hava fyri eygum. Sela. v6 Sí, Guð er hjálpari mín, Harrin heldur sál míni uppi! v7 Lat óndskapin ráma mínar fíggindar sjálvar, forkom teimum í trúfesti tíni! v8 Av góðum huga vil eg bera tær offur, lova tínum navni, at tað er gott, Harri; v9 tí at tú hevur mær bjargað úr hvørjari neyð, og mítt eyga lítur í frøi at fíggindum mínum.