Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 55
v1 Til songmeistarans, við streingjaleiki; ein maskil av Dávidi. v2 Lýð, o Guð, á mína bøn, loyn teg ikki fyri neyðarrópi mínum! v3 Gev mær gætur og svara mær, tí eg klagi av trega og stynji, v4 fyri rópan av fíggindum og treingjan av illmennum, tí teir órætt á meg skúgva og í vreiði meg elta! v5 Hjarta mítt gevur seg í mínum brósti, deyðans ræðslur eru komnar á meg. v6 Ótti og bivan hava meg tikið, nøtran á meg gongur. v7 Og eg sigi: Gævi eg hevði veingir sum dúgvan, so fleyg eg burt og fann skjól! v8 Ja, langa leið eg vildi mær skunda at finna í oyðimørk griðstað. Sela. v9 Í skundi eg fór at søkja mær lívd móti ódnarvindi og veðri! v10 Vill teir, Harri, klúgv teirra tungur! Tí sæð eg havi valdsgerð og ófrið í staðinum. v11 Dag og nátt teir ganga runt á hansara múrum; skaðar og ógerðir eru í miðjum staðinum, v12 yvirgangsverk har heldur til, fals og svik ei víkja frá hansara torgum. v13 Tí tað er ikki mín fíggindi, ið meg háðar, tað kundi eg tolt, ikki mín óvinur, ið vanvirðir meg, honum kundi eg komist undan. v14 Men tað er tú, javnlíki mín, vinur mín, lagsmaður mín! v15 Vit, sum løgdu vinalig samráð saman, sum samhugaðir gingu í Guðs hús saman! v16 Lat deyðan teir ráma! Lat teir livandi fara í helheim niður! Tí illskapur er í goymslum teirra og hjørtum. v17 Men eg, eg rópi til Guð, Harrin vil veita mær bjarging. v18 Kvøld og morgun og miðjan dag vil eg klaga og stynja, og hann hoyrir reyst mína. v19 Harrin loysir út sál mína í friði frá teimum, ið søkja at mær, tí fjølmangir eru teir um meg. v20 Guð, ið frá upphavi trónar, Sela, vil hoyra og kúga teir, ið ikki kenna at skifta sinni og ikki hava ótta fyri Guði. v21 Hann legði hond á vinir sínar, og fostbrøðralagið hann breyt. v22 Hálari enn smør er muður hans, men svik er honum í hjarta; mjúkari enn olja eru orð hans, men eru tó drigin svørð. v23 Kasta tína byrði á Harran, og hann skal halda tær uppi! Allar ævir hann ikki vil loyva, at rættvísur fótfesti missir! v24 Men tú, Guð, skal stoyta teir í gravdýpið niður. Blóðmenn og svikarar skulu ei náa til helvtar av lívsævi síni. Men eg líti fast á teg!