Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 58
v1 Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam. v2 Munnu tit, gudar, av sonnum rættin røkja, og døma tit menniskjur við rættvísi? v3 Nei, allir gera tit svik á jørðini, hendur tykkara vega órætt sundur. v4 Teir gudleysu eru viknir frá longu frá móðurfangi, frá móðurlívi, eru lygnararnir á villari leið. v5 Eitur teir hava eins og eitur av ormum, sum hin dumma eiturpadda teir eru, ið doyvir sítt oyra v6 fyri ikki at hoyra slangutemjarans rødd, hann, ið er ramur og kønur í gandi. v7 Brót, Guð, teirra tenn í munni teirra! Slít, Harri, jakslarnar úr teimum ungu leyvum! v8 Lat teir hvørva sum rennandi vatn! Lat teir farast sum følnað gras! v9 Lat teir verða sum ein snigil, ið verður til einkis, meðan hann skríður; sum eitt fostur hjá konu, ið ikki er komið av tíð og ikki hevur sólina sæð! v10 Áðrenn teirra grýtur nerta við viðaeldin, skal stormurin sópa burtur bæði tað, ið rátt er, og tað, ið brennur. v11 Hin rættvísi gleðist, tá ið hann fær hevndina at síggja, hansara føtur í blóði av gudssvikarum vaða. v12 Og fólk skulu siga: «Tað finst tó fyri hinum rættvísa frukt, tað eru tó guddómar, ið døma á jørðini!»