Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 59
v1 Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam, tá ið Sául sendi menn, ið skulu varða hús hansara fyri at drepa hann. v2 Bjarga mær, Guð mín, frá fíggindum mínum, hjálp mær frá mínum øvundarmonnum! v3 Frels meg frá teimum, ið órætt gera, og frá drápsmonnum tú mær bjarga! v4 Tí sí, eftir lívi mínum teir lúra, grimmir teir móti mær flokkast, uttan sekt ella misbrot av mær, Harri. v5 Uttan at eg havi gjørt nakað til sakar, halda teir á meg fúsir til víggja. Vakna, kom til mín og lít tú herá! v6 Men tú, Harri, herskaranna drottin, Ísraels Guð, vakna upp til at aga øll heiðin fólk! Várkunna ongum av teim svikafullu níðingum! Sela. v7 Um kvøldið koma teir aftur, ýla sum hundar og strúka rundan um staðin. v8 Sí, reyp teir hava á munni, hánarorð eru á teirra vørrum, «tí hvør man hoyra?» teir hugsa. v9 Men tú, Harrin, at teimum lært, øll heiðin fólk tú spottar. v10 Styrki mín, tær vil eg lova, tí Guð er mín borg. v11 Guð mín við náði síni mær kemur ímóti, Guð vil lata meg við lyst skoða fíggindar mínar. v12 Drep teir ikki, at fólk mítt ikki skal gloyma! Kúga teir við tínum veldi! Rinda teir niður, Harri, vár skjøldur! v13 Orð av vørrum teirra eru synd í munni teirra. Lat teir verða heftar í hugmóði sínum og fyri ta bannan og lygn, sum teir tala. v14 Forkom teimum í tíni vreiði, forkom teimum, so at teir ei longur eru til! Lat teir sanna, at líka at heimsins enda er Guð tann, ið ræður í Jákupi. Sela. v15 Um kvøldið koma teir aftur, ýla sum hundar og strúka rundan um staðin. v16 Teir flakka um fyri at leita eftir føði, og verða teir ikki mettir, teir murra. v17 Men eg vil syngja um veldi títt, á hvørjum morgni gleðast um náði tína, tí tú ert mær ein borg, mítt álit tann dag eg eri í neyð! v18 Styrki mín, um teg vil eg syngja, tí Guð er mín borg, mín miskunnsami Guð!