Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 60
v1 Til songmeistarans, til sjusjanedut, ein miktam av Dávidi til at læra; v2 tá ið hann stríddi mót Áram-Náharáim og Áram-Zóba, og Jóab vendi aftur til Edóm og vann Edómitar í Saltdalinum, tólv túsund menn. v3 Guð, tú hevur skúgvað okkum burt og okkum brotið! Vreiður tú varðst, vend tær til okkara aftur! v4 Tú fekst landið at skelva og at rivna: bøt tú brestirnar, tí at tað riðar! v5 Tú fólk títt hevur lagnu latið freista, hevur skonkt okkum óminnisvín! v6 Tínum fylgismonnum tú hevur givið eitt merki, at teir kunnu undan bogunum flýggja! Sela. v7 Til tess at tínir vinir mega bjargaðir verða, hjálp tú við tíni høgru hond og bønhoyr meg! v8 Guð hevur talað í halgidómi sínum: «Í sigursgleði vil eg Sikem býta sundur, Sukkotsdal vil eg skifta. v9 Mítt er Gilead, og mítt er Manasse, Efraim er verja fyri høvdi mínum, Júda mín veldisstavur. v10 Móab er mín tváttarskál, til Edóm eg skógvar mínar blaki, rópi fagnaðarróp yvir Filistaland!» v11 Men hvør skal meg føra til hin fasta stað? Hvør vil meg leiða til Edóm? v12 Tú hevur, Guð, jú rikið okkum frá tær, við herum várum tú ikki fylgir út, o Guð! v13 Veit tú okkum móti fíggindanum hjálp, bert eitt eiti er mannahjálp! v14 Við Guðs hjálp skulu vit stórverk vinna, várar fíggindar hann treður niður í mold!