Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 61
v1 Til songmeistarans; við streingjaleiki; av Dávidi. v2 Hoyr, o Guð, róp mítt, lýð á bøn mína! v3 Frá landsins ytsta enda eg á teg kalli, meðan hjarta mítt maktast; á fjallið, ið mær er ov høgt, tú leiði meg upp! v4 Tí at skjól tú mær ert vorðin, eitt fast torn móti fígginda valdi. v5 Lova mær at gista í tjaldi tínum med alla og fáa lívd í skugga veingja tína! Sela. v6 Tí at tú, Guð, hevur lyfti míni hoyrt, hevur ynskjum teirra játtað, ið óttast navn títt. v7 Tú vilt leggja dagar aftur at kongsins døgum, vil lata ár hans vara ætt eftir ætt. v8 Hann skal sita allar ævir fyri ásjón Guðs, náði og trúfesti skulu hann varða. v9 Tá man eg allar ævir lovsyngja navni tínum, fyri dag eftir dag míni lyfti at evna.