Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 63
v1 Ein sálmur av Dávidi, tá ið hann var í Júda oyðimørk. v2 Guð, tú ert Guð mín, árla á morgni eg leiti til tín, eftir tær sál mín tystir, eftir tær likam mítt tráar sum eitt turrlendi, ið stunar uttan væti. v3 Soleiðis eg í halgidóminum havi eftir tær hugt, til tess mátt tín at skoða og tína dýrd. v4 Tí at betri enn lív er náði tín, tær skulu varrar mínar lova. v5 Soleiðis vil eg teg signa allar lívsdagar mínar, í navni tínum eg hevji mínar hendur. v6 Sum av mergi og fiti skal sál mín mettast, við fegnum vørrum skal mín muður tær lova, v7 tá ið eg teg minnist á legu míni, hugsi um teg á náttarvøkum. v8 Tí at tú mær hjálp ert vorðin, í skugga veingja tína eg fegnist. v9 Sál mín ei víkur tær frá, tín høgra hond heldur mær uppi. v10 Men hinir liggja mær eftir lívi, teim sjálvum til skaða, í niðasta dýpi undir jørð teir skulu søkka; v11 teir skulu verða givnir svørði í vald og verða veiði hjá vargum. v12 Men kongurin skal gleðast í Guði, hvør, ið svør við hann, skal fegnast, tí lygnaranna muður skal teppast.