Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 64
v1 Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi. v2 Hoyr, Guð, mína reyst í míni klagu, lív mítt varða frá fígginda ræðslum! v3 Mær bjarga frá níðinga felagi, frá illgerðarmanna flokki, v4 ið gera sína tungu sum svørðsodd hvassa, leggja eiturorð sum ørvar á bogan v5 fyri í loyndum at ráma sakleys fólk, ráma tey óvart og uttan at óttast. v6 Teir saman styrkjast í óndari ráðgerð, ráða av, hvussu í loyndum teir snerrur skulu leggja, og hugsa: «Hvør man tað síggja?» v7 Teir illgerðir hava í ráði. «Vit eru lidnir, væl er til ráða fingið.» – Djúpt er lyndi og hjarta í manni! v8 Men Guð man teir raka við ørvum sínum, dáttliga verða teir særdir; v9 vegna tungur teirra munnu teir falla. Øll, ið síggja teir, munnu rista við høvdi. v10 Allar menniskjur munnu óttast og boða Guðs dáð og verkum hans taka eftir. v11 Í Harranum vilja rættvísir gleðast og søkja hjá honum skjól, fegnast vilja rættsintir allir.