Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 65
v1 Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi, ein songur. v2 Tær sømir, Guð, lovsongur á Zion, tær verða lyfti goldin. v3 Til tín, ið hoyrir bønir, kemur allur heimur. v4 Várar misgerðir vóru mær ov svárar, men tú fyrigavst okkum syndir várar. v5 Sælur er hann, ið tú velur og letur koma nær at búgva í forgørðum tínum, so at vit lívgast av tí góða í húsi tínum, tínum heilaga templi. v6 Tú okkum bønhoyrir við undurfullum verkum í rættferð, várar frelsunnar Guð, tú, ið skjól ert fyri teirri víðu verøld, fyri fjarløgdum strondum. v7 Tú fjøllini festir við mátti tínum, gyrdur við veldi. v8 Tú havódn stillir, bylgjanna bralan og fólkanna óljóð, v9 so at tey, ið búgva við jarðarinnar enda, tíni undur óttast. Sólarris og sólarlag tú letur syngja. v10 Tú landið hevur vitjað og latið lívgast, tað signað stórum. Guðs løkur er fullur av vatni. Tú letur korn teimum búgva til, tí til tess tú landið gert skikkað; v11 tú tess foyrur vætir, tess veltur slættar, við ælum tær bloytir, signar tess gróður. v12 Tú hevur krýnt títt góðskunnar ár, tíni vegaspor dryppa av fiti; v13 á heiðum fløturnar flóta, hagarnir gyrðast við frøi; v14 líðirnar klæðast við seyðum, dalarnir fyllast av korni; tey leika og syngja!