Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 66
Til songmeistarans, ein songur, ein sálmur.
v1 Fegnast fyri Guði jarðarríkið alt, v2 syngið um navns hans heiður, syngið dýrd hans lov! v3 Sigið við Guð: «Hvør ræðandi eru tíni verk! Vegna mátt tín og veldi vilja fíggindar tínir tær hugnast. v4 Fyri tær nígur jarðarríkið alt, tey lova tær, hálova tínum navni.» Sela. v5 Komið og lítið at stórverkum Guðs, í sínum gerðum óttandi fyri menniskjunnar børn! v6 Hann gjørdi havið um til turt land, so til gongu tey fóru gjøgnum streymin; har vit í honum vóru fegin. v7 Við veldi sínum ævir allar hann ræður, eygu hans fólkini varða, so teir tvørsintu skulu ikki reisast. Sela. v8 Lovið, tjóðir, Guði várum, latið hoyrast ljóð av lovsongi hans! v9 Hann, ið lív okkum gav og varðar fót okkara frá at snáva. v10 Tí, Guð, tú rannsakaði okkum, reinsaði okkum, sum tey reinsa silvur. v11 Tú førdi okkum inn í trongd, legði byrðar á okkara lendar. v12 Tú lætst fólk traðka okkum á høvur, vit fóru gjøgnum eld og vatn; men tú førdi okkum út í frælsi. v13 Eg komi í hús títt við brenniofrum, eg vil halda míni heiti til tín, v14 tað, ið mínar varrar hava lovað og mín muður talaði í míni neyð. v15 Eg beri tær offur av feitineytum, við offurroyki av veðrum; eg lati bæði oksar og havrar. Sela. v16 Komið og lýðið á! Latið meg greina, øll tit, ið óttast Guð, hvat hann hevur sál míni gjørt! v17 Við mínum munni eg rópti á hann, meðan lovsongur var mær undir tungu. v18 Hevði eg hugsað um ilt í hjarta mínum, tá hevði Harrin meg ikki hoyrt. v19 Men hoyrt hevur Guð, hevur lýtt á mína bønligu rødd. v20 Lovaður veri Guð, ið ikki synjaði fyri míni bøn og ikki tók frá mær miskunn sína!