Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 67
v1 Til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur, ein songur.
v2 Guð okkum náði og okkum signi, hann lati andlit sítt yvir okkum lýsa, Sela, v3 at vegur tín má verða kunnur á jørð, alra fólkanna millum tín frelsa! v4 Fólkini skulu tær lova, Guð, fólkasløg øll tær lova. v5 Tjóðir skulu gleðast og fegnast, tí at tú dømir fólkini rætt, leiðir mannaættir á fold. Sela. v6 Fólkini skulu tær lova, Guð, fólkasløg øll tær lova. v7 Landið hevur givið grøði sína, og Guð, vár Guð, vælsignar okkum. v8 Guð okkum vælsignar, og allir heimsins endar skulu hann óttast.