Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 68
v1 Til songmeistarans; av Dávidi; ein sálmur, ein songur. v2 Guð reisist, hans fíggindar sundrast, hans hatarar flýggja fyri ásjón hans; v3 sum roykur rekur burtur, tú teir rekur burtur, sum vaks, ið bráðnar í eldi, fara vándir til grundar fyri ásjón Guðs. v4 Men góðir gleðast, fyri ásjón Guðs teir fegnast, gleðast í stórari frøi. v5 Syngið fyri Guði, lovsyngið navni hans, leikið fyri honum, ið á skýggjum fer fram, hvørs navn er Harrin, fegnist fyri ásjón hans! v6 Faðir at faðirloysingum, verji hjá einkjum, er Guð í sínum heilaga bústað; v7 Guð førir einsligar aftur at heimi, leiðir út fangar til eydnu, eina tvørsintir mega í oyðimørkum búgva. v8 Ta ferðina, Guð, tú tínum fólki á odda fórt út og gekst eftir heiðum, Sela – v9 tá tók jørð at skelva, og himin dreyp fyri Guði, fyri ásjón Guðs, Ísraels Guði. v10 Ríkligt regn gevur tú, Guð, tíni ogn, tú styrkir tey móðu og troyttu. v11 Tað land, har sum fólk títt býr, í tíni góðsku, Guð, tú armingum reiðir til. v12 Harrin heldur síni orð, stórt er liðið av konum, ið sigursboð bera: v13 «Herskaranna kongar flýggja, ja flýggja, hon, ið heima situr, lutar herfong sundur. v14 Á dúgvuni vórðu veingirnir lagdir við silvuri, hennar fjaðrar við gulgrønum, glitrandi gulli. v15 Tá hin alvaldi spjaddi kongarnar, var tað, sum tá ið tað kavar á Zalmon.» v16 Guðs fjall er Básjans fjall, tindamikið fjall er Básjans fjall. v17 Hví eru tit øvundsjúk, tindamiklu fjøll, á tað fjall, sum Guð hevur kosið til bústað, og har hann vil búgva allar ævir? v18 Guðs hervagnar vóru í tíggju túsunda tali, túsund og uppaftur túsund. Av Sinai kom Harrin í dýrd. v19 Tú til himna fórt upp, førdi herfong av fangum, menniskjur tókst tú sum gávur; eina tvørsintir skulu hjá Harranum Guði ei búgva. v20 Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Guð, ið er frelsa vár. Sela. v21 Guð er okkum frelsunnar Guð, hjá Harranum er útgongd frá deyða. v22 Men Guð slær sundur høvur fígginda sína og hvirilin á misbrotamonnum, ið frekir ganga í syndum sínum. v23 Mælt hevur Guð: «Frá Básjan eg flyti teir aftur, flyti teir aftur frá havsins dýpi, v24 at tín fótur má vaða í blóði, og tungur hunda tína av fíggindunum fáa teirra part.» v25 Skoðið skrúðgongu Guðs, skrúðgongu Guðs míns, kongs míns, í heilagleika! v26 Fyri ganga sangarar, aftaná koma leikarar, í miðjuni jomfrýr, ið bumbur sláa: v27 «Lovið í samkomum Guði, Harranum á hátíðum Ísraels!» v28 Har er lítli Benjamin, einkarbarn hans, Júda høvdingar við miklum liði, Zebulons høvdingar, Naftali høvdingar. v29 Bjóða út veldi títt, Guð! Fest, Guð, tað, ið tú fyri okkum hevur gjørt! v30 Vegna halgidóms tíns í Jerúsalem tær skulu kongarnir bera gávur. v31 Hótta tú djórið í sevlendinum, tarvanna fylgi og fólkanna drotnar, so fyri tær tey níga við silvurstykkjum! Sundra tey fólk, ið bardagar elska! v32 Stórmenn skulu koma úr Egyptalandi, Blálond skulu brádliga rætta hendur til Guðs. v33 Tit ríki á jørð! Syngið fyri Guði, syngið Harranum lov! v34 Leikið fyri honum, ið fer um teir avgomlu himnanna himnar, ið letur rødd sína ljóða, sína veldigu rødd! v35 Veitið Guði æru! Yvir himni er dýrd hans, millum skýggja er veldi hans! v36 Øgiligur er Guð í halgidómi sínum. Ísraels Guð tað er, ið gevur mátt og megi fólki sínum. Lovaður veri Guð!